Narkotika, á føroyskum ofta nevndur drøgg, eru mong og ymisk rúseitur. Vit býta tey í fýra høvuðsflokkar: Sansahvørvandi evni ella tilvitskurúmkandi evni geva fólki sansahvørvingar, til dømis LSD ella meskalin; Søvandi evni (morfin, heroin, opium, v.fl.) fáast úr fræhylkinum á opiumsdreymsólju; Kannabis (hash ella marijuana) úr kvennblómuni á hampi; og miðstimbrandi evni eru bæði í kokaini, sum er úr bløðunum á kokaurunninum, og í manngjørdum evnum í heilivágídnaði (til dømis preludin ella amfetamin). Øll evnini eiga í felag, at tey eru ring fyri heilsuna. Í Føroyum eins og í flestum londum er ikki loyvt at selja ella hava hesi narkotika.
Fólk verða lættliga bundin at narkotika, tí tey verða sera illa fyri, fáa tey ikki rúsevni. Tey eru narkomanar, rúseitringar. Teimum er alt um at gera at útvega sær pening fyri rúseitur. Nógvir narkomanar doyggja ungir. Mong bidda, stjala ella selja sjálvan seg. Summir doyggja av eyðkvæmi. Teir, sum sproyta evni í seg, kunnu fáa eyðkvæmi, hevur onkur við hesari sjúku brúkt somu sproytuna. Til eru viðgerðarstøð fyri narkomanar. Mangir royna at leggja av, tí eitrið oyðileggur teimum lívið.
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.