Remove ads
From Wikipedia, the free encyclopedia
Mykineshólmur er næststørsti hólmur í Føroyum.[1] Vestasti endin av Mykinesi er ein stakur hólmi, sum er skildur frá oynni av einari smalari og brattari gjógv. Í bjørgunum á Mykineshólmi og á klettum og skerum rundan um, finst einasta súlubøli í landinum. Sagt verður um súluna, at um ein sær hana setast á einari av hinum oyggjunum, so er tað tí at hon er feig. Súlan kemur til hólmin umleið 25. januar og heldur til har til ungfuglurin er floygdur, uml. tann 11. november. Fyrra partin av vetrinum er súlan burturi. Á Mykineshólmi er eisini nógvu lundi. Nógv ferðafólk ferðast til Mykinesar og til Mykineshólm fyri at síggja lundalandið, súluna, húsini við flagtekju osfr.
Mykineshólmur hellir 18 stig, og tað er mesta hallið í Føroyum.
Í 1909 varð viti reistur á vestasta og hægsta partinum av Mykineshólmi. Arbeiði at byggja vitan var trupult, av tí at alt byggitilfar mátti heysast upp á slætt. Samstundis varð ein heingibrúgv gjørd millum hólmin og sjálva oynna. Vitin á mykineshólmi lýsur frá einum 14 metra høgum málmtorni, bygt á bera hellu, uml. 113 metur yvir havinum.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.