virðislønir, ið Føroya Landsstýri hvørt ár letur til føroysk listafólk, t.d. rithøvundar, tónleikarar, filmsfólk vm. From Wikipedia, the free encyclopedia
Mentanarvirðisløn Landsins hevur verið latin siðani 1998. Talan er um tvær høvuðsvirðislønir, sum verða latnar hvørt ár, tó eru nøkur undantøk, har virðislønir ikki eru latnar. Mentanarvirðisløn landsins er á 150 000 krónur, heiðursgáva landsins er á 75 000 krónur. Av og á verður ein triðja virðisløn latin, hon kann vera til ungt listafólk ella til onkran annan serligan bólk av listarfólki og er á 50 000 kr.
Sømdargáva landsins er í løtuni 20 000 kr. sum verða latnar mentafólki soleiðis at tey fáa upphæddina útgoldnað einaferð um árið restina av lívinum. Virðislønin verður latin sambært § 7 í KUNNGERÐ NR. 90 FRÁ 28. OKTOBER 2008 UM STUÐUL TIL MENTAN OG LIST, har tað stendur soleiðis:
Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini lívslanga heiðursgávu, nevnd sømdargáva, til navngivið listafólk, so leingi viðkomandi er á lívi.
Stk. 2. Til tess at fáa sømdargávu skal listafólkið hava útinnt listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Stk. 3. So hvørt listafólk fer úr skipanini, skal støða takast til, um annað listafólk eigur at fáa lívlanga sømdargávu.
Mentanarvirðisløn landsins verður givin sambært grein 8 í áðurnevndu lóg, greinin ljóðar soleiðis:
§ 8. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Mentanarvirðisløn Landsins, at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útinnt listarligt avrik.
Stk. 2. Bert listarlig eyðkenni kunnu galda sum metingarstøði fyri arbeiðið hjá nevndini. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði.
[1]
Heiðursgáva landsins verður latin sambært grein í Kunngerð um stuðul til mentan og list:
§ 9. Landsstýrismaðurin veitir eftir tilmæli frá nevndini heiðursgávu, nevnd Heiðursgáva Landsins.
Stk. 2. Til tess at fáa Heiðursgávu Landsins skal virðislønarevnið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Stk. 3. Aðrar heiðursgávur kunnu eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi.
Virðislvn til ungt listafólk. Í desember 2011 varð tað kunngjørt, at táverandi landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, eftir tilmæli frá tilmælisnevndini, valdi at lata virðisløn til ungt listafólk,[2] Virðislønin er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Hetta varð gjørt sambært grein 9, stykki 3 í kunngerðini um stuðul til mentan og list, ið heimilar at landsstýrismaðurin eftir egnum vali kann lata aðrar heiðursgávur enn mentanarvirðislønina og heiðursgávuna. Frá 2011 til 2018 hava nevndin og landsstýrismaðurin valt at heiðra ungum listafólki. Í januar 2020 (Mentanarvirðisløn Landsins 2019) valdi Jenis av Rana landsstýrismaður ikki at lata virðisløn til ungt listafólk, ið nevndin annars mælti til.[3]
Hesar heiðurslønirnar verða givnar uttan umsókn, sum ein viðurkenning av føroyskum listafólki.
Mentanarvirðisløn landsins er á 150.000 kr. Hesi listafólk/mentafólk hava higartil fingið Mentanarvirðisløn landsins:
Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.
Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 kr.
Sømdargáva landsins er ein árlig upphædd á 20.000 kr., sum verður latin restina av lívinum
Fyrr hava hesi fingið sømdargávu landsins (árið er óvist, Bjørn Kalsø nevndi tey, tá ið hann handaði sømdargávurnar fyri 2014):
Serstaka virðislønin er 50.000 kr. Hon kann eftir landsstýrismansins egnu avgerð latast listafólki, mentafólki ella felagsskapi, sum hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.[41]
Nevndin situr í trý ár. Landsstýrismaðurin setir nevndina. Tríggir limir eru valdir av LISA, tveri eru valdir av landsstýrismanninum. Nevndin fyri tíðarskeiðið 2020-2022: [45]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.