From Wikipedia, the free encyclopedia
Martin Heidegger (føddur 26. september 1889, deyður 26. mai 1976) var ein av størstu týsku heimspekingunum í 20. øld. Kendasta verk hansara er Sein und Zeit, sum kom út á týskum í 1927 og á donskum í 2007 við heitinum Væren og tid. Hann er av katólskari familju, varð føddur í Meßkirch. Foreldur hansara vóru ikki múgvandi og høvdu ikki ráð at senda hann á lærdan háskúla, hann kom tí í staðin at ganga á Jesuitarordanin. Tað vísti seg tó skjótt, at hann hevði sera góð evnir, og slapp hann so at lesa á lærdum háskúla, fyrst las hann gudfrøði í Freiburg, síðan skifti hann til filosofi og tók ph.d. í 1914. Eftir at hava tænt í 1. heimskríggi, var hann hjálparfólk á lærda háskúlanum hjá Edmund Husserl, sum sigst vera faðir at fenomonologi'ini, tað kom at hava stóra ávirkan á hansara hugsunarhátt seinni.
Heidegger fekk í 1923 eitt professorat við tað protestantiska universitetið í Marburg, har hann arbeiddi lið um lið við fólkum sum Rudolf Bultmann og m.a. undirvísti hann Hans-Georg Gadamer og Hannah Arendt.
Í 1933 gjørdist Heidegger limur í NSDAP (stytting fyri Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei (Nationalsosialistiski Týski Arbeiðaraflokkurin).
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.