Malmö

From Wikipedia, the free encyclopedia

Malmö

Malmö er ein býur í Malmö kommunu í Svøríki. Býurin er størsti býur í Skåne 280.415 (2010)[1] og triðstørsti býur í Svøríki við umleið 280.000 íbúgvum í sjálvum býnum og umleið 298.000 í kommununi. Býurin fevnir um 71,76 km2 og hevur ein fólkatættleika á 3.908 pr. km2. Í 2013 var býurin vertur fyri Eurovision Song Contest. Oyrasundsbrúgvin er beint sunnanfyri Malmö og bindir Svøríki saman við Danmark. Brúgvin hevur skapt nýggju regiónina, sum verður nevnd Oyrasundsregiónin (Øresundsregionen). Eftir at brúgvin læt upp, eru rættiliga nógvir danir fluttir til Malmö og aðrar svenskar býir at búgva, og nógvir svenskarar pendla dagliga millum Svøríki og Danmark til arbeiðis.

Thumb
Malmö.

Søga

Býurin varð stovnaður í 1275 og var í fleiri ár næststørsti býurin í Danmark. Býurin verður fyrstu ferð umrøddur ár 1200, og verður tá nevndur Malmoghe ella Malmhauge. Við friðaravtaluni hin 26. februar 1658, sum verður nevnd Roskilde friðurin (Roskilde freden), vóru danir og norðmenn noyddir ta lata Malmö og alt Skåne til Svøríkis, og síðan hava hesi øki verið ein partur av svenska ríkinum. Danmark og Noreg vóru tá eitt ríki.

Veðurlag

Meðalhitalag, kuldalag og avfall (regn/kavi):[2]

Meira kunning Jan, Feb ...
Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
 Hægsti miðalhiti 2 2 5 10 16 20 21 21 17 12 7 4
 Lægsti miðalhiti −3 −3 −1 2 7 11 13 12 10 7 3 −1
 Avfall 49 30 40 38 41 52 61 58 59 57 61 58
Lat aftur

Býarpartar

Thumb
Býarpartar í Malmö
  • Innerstaden
  • Norr
  • Söder
  • Väster
  • Öster

Keldur

Slóðir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.