From Wikipedia, the free encyclopedia
Loðpílur (Salix lanata) er ein lágvaksin, leyvfellandi runnur av pílafamiljuni. Hann er eyðkendur við sínum hvílodnu bløðum á báðum síðum. Loðpílur blómar tíðliga, fyri leyvskot á vári. Hann er einkyndur, hann- og honplantur hvør sær. Blómurnar eru langir, ljósagulir reklar. Loðpílur er stundum krúpandi, stundum upprættur har hann fær frið, upp til 1,5 - 2 m hædd.
Upprunaøki: Loðpílur finst í Norðureuropa og Norðurasia, frá Íslandi heilt eystur til Siberia, men vegna seyðabit er hann nú sjáldsamur í Føroyum og Skotlandi. Eitt undirslag, Salix lanata richardsonii finst í Norðuramerika, men hvørki hesin ella Salix lanata finst í Grønlandi.
Loðpílur í Føroyum: Nú er loðpílur bert funnin í fáum støðum i Føroyum, í t.d. Streymoy Kalsoy og Borðoy, men talið av plantum í hesum støðum, óatkomuligt fyri seyði, ber boð um, at hann hevur verið vanligur vøkstur, áðrenn seyður kom til landið. Føroyski loðpílurin er ein krúpandi runnur, hvørs greinar liggja 1 til 2 m fram eftir jørð, fyri síðani at benda teir síðstu 20-30 cm upp í loft; og bløðini her gerast ikki so loðin sum aðrastaðni, t.d. í Noregi.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.