From Wikipedia, the free encyclopedia
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (fødd 1999) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyska svimjilandsliðið.
Persónlig kunning | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Tjóðskapur | Føroyar | |||||||||
Fødd(ur) | 1999 | |||||||||
Ítróttur | ||||||||||
Ítróttur | Svimjing | |||||||||
Svimjiháttur | Frí | |||||||||
Felag | Havnar Svimjifelag | |||||||||
Heiðursmerkjayvirlit
|
Lív var ein av fimm føroyskum luttakarum til fyrstu Evropeiskir leikir, sum verða hildnir í Baku í juni 2015. Bert ungir svimjarar sluppu at luttaka fyri Føroyar og sleppa ikki at svimja undir Merkinum men undir LEN-flagginum, hetta tí at Olympiska Nevndin í Evropa fyriskipar leikirnir, og har sleppa bara sjálvstøðgar tjóðir at gerast limir. Tíðirnar hjá Lív vóru hesar:
Lív var tilmeldað til kappingarnar í 50, 100 og 200 metrum frí á Danish Open 2014.[3]
Lív vann fýra gull heiðursmerki og gjørdist fjórðmest vinnandi svimjarin á stevnuni og tann svimjarin hjá Havnar Svimjifelag, ið vann mest.[4]
Lív luttók á Reykjavík International í januar 2014.
Lív vann 2 gull, 2 silvur og eitt bronsu heiðursmerki á HS-stevnuni 2013 í Havn.[7]
Lív vann Ólavsøkusvimjingina við tíðini 5:27.8[10]
Lív setti føroyskt juniormet í 100 frí við tíðini 1:01.51.
Lív er dóttir Annu og Erling Eidesgaard og abbadóttir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann. Systir hennara Vár (fødd 2001) og bróðirin Bartal (føddur 2003) eru eisini svimjarar.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.