Kappróður hevur verið eitt kent fyribrigdi í Føroyum í øldir. Sum frítíðarítrótt gjørdi hann seg rættiliga galdandi í samband við framkomuna av tí nýmótans samfelagnum í fyrru helvt av hesi øld.
Kappróður verður vanliga nevndur tjóðarítrótt Føroya. Tað sum eyðkennir ta føroysku róðrar-ítróttina er tað sermerkta sniðið, bátarnir hava. Bæði menn og kvinnur luttaka í kappróðrinum hvør fyri seg. Barnaróðrar hava eisini verið vælumtóktir seinastu árini, og í 2010 gjørdist barna kappróðurin eisini FM róður eins og hjá teimum ungu og teimum vaksnu. Hendan ítróttargrein, sum er summar-ítrótt burturav, er serstakliga væl umtókt, og áskoðaratalið er altíð sera stórt. FM-kappingarnar verða hildnar á teimum mongu summarstevnunum kring landið. Fyrsti róðurin er á Norðoyastevnu í Klaksvík, sum oftast er fyrsta vikuskifti í juni, kappróðurin er leygardag á Norðoyastevnu. Seinasti róðurin er á Ólavsøku28. juli. Vanligasti teinurin ið róð verður er 1000 metrar. 10-mannaførini rógva tó 2000 metrar har tað ber til. Á Ólavsøku ber ikki til at rógva longri teinar enn 1000 metrar. Børnini rógva styttri teinar. Onkuntíð verður róð í fleiri bólkum, tá verður eisini finaluróður. Hetta er onkuntíð galdandi fyri 5-mannaførini sum eru flest í tali.[1]
Niðanfyri sæst yvirlit yvir tær føroysku bý- og bygdastevnur, sum hava FM kappróður, og nær ið hesar stevnur eru.
Norðoyastevna er oftast fyrsta vikuskifti í juni í Klaksvík, FM kappróður er hvørt ár á Norðoyastevnu, tað er fyrsti róðurin
Eystanstevna er annað vikuskifti í juni í Runavík, FM róður er annað hvørt ár á Vestanstevnu, líka ár (2004, 06, 08, 2010 osfr.). Eystanstevna og Varmakeldustevnan skiftast um at hava FM kappróður.
Sundalagsstevna er eitt vikuskifti um miðan juni. Tríggjar bygdir skiftast um at vera vertir, tær eru: Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík.[3] Í 2007 og 2010 var stevnan í Hvalvík, í 2008 og 2011 í Hósvík, í 2006, 2009 og 2012 í Kollafirði.
Jóansøka er seinasta vikuskifti í juni ella tann leygardagin sum liggur tættast við jóansøkudag sum er 24. juni. Jóansøkan er annað hvør ár í Vági (líka ár, t.d. 2006, 08 og 2010) og annað hvørt ár á Tvøroyri (ólíka ár, t.d. 2005, 07, 09 og 2011). FM kappróður er altíð á jóansøku.
Varmakelda er fyrsta vikuskifti í juli í Fuglafirði, FM róður er annað hvørt ár, 2005, 07, 09, 2011 os.fr.
Vestanstevna er annað vikuskifti í juli. Stevnan skiftir millum 3 tær størstu bygdir í Vágum, tað vil siga, at Vestanstevnan er triðja hvørt ár í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Stevnan var 2005, 2008 og 2011 í Miðvági, í Sandavági í 2006 og 2009 og í Sørvági í 2007 og 2010. Fyrr var Vestanstevnan eisini hildin í Vestmanna, seinastu ferð var ár 2000.[4]
Fjarðastevna er um hálvan juli. Annað hvørt ár (líka ár) í Vestmanna (2004, 06, 08 og 2010). Strendur og Skála skiftast um at hava FM róðurin fjórða hvørt ár. Í 2007 og 2011 var fjarðastevnan við FM kappróðri á Strondum, í 2005 og 2009 á Skála.
Ólavsøka, ólavsøkukappróðurin er ólavsøkuaftan 28. juli í Havn. Seinasti FM kappróðurin er altíð á Ólavsøku.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir kappróðrarfeløg í Føroyum, sum hava vunnið FM heitið. Hagtølini eru frá 1973-2011.[5]
Yvirlitið er dagført í juli 2012, áðrenn ólavsøkuróðurin. Skrásetingin av hagtølunum við føstum starti byrjaði í 1973, kappróðurin er tó nógv eldri enn tað.