From Wikipedia, the free encyclopedia
Veðurlagsráðið hjá ST, sum varð stovnað í 1988, eitur IPCC. Hetta er stytting fyri Intergovernmental Panel for Climate Change. IPCC samskipar og kunnar um veðurlagsgransking kring allan heimin. Hetta verður gjørt við eitt nú at geva út frágreiðingar. Umboð fyri á leið 190 lond sita í ráðnum. Úr Norðurlondum luttaka granskarar frá lærdum háskúlum, veðurstovnum og øðrum myndug leikum. Fram til 2012 hevur veðurlagsráðið kunngjørt fýra stórar metingar um veðurlagsbroytingar. Í tí fyrstu var einki um, hví hitin á jørðini hækkar. Men í frágreiðingini frá 2007 skrivar ráðið, at orsøkin til, at tað gerst heitari, óivað er økt útlát av vakstrarhúsgassi. IPCC heldur tí, at okkum tørvar ymsar hættir at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Sjálvt um veðurlagsfrágreiðingarnar hjá ST byggja á gransking, so eru granskarar ikki á einum máli, um vit hava størri vakstrarhúsárin ella ikki. Tey eru heldur ikki samd um avleiðingarnar. Men um vakstrar húsárinini verða ávirkað ella ikki, so halda tey flestu kortini, at tað er neyðugt at avmarka útlátið av koltvísúrevni (CO2) og øðrum vakstrarhúsgassi.
Dótturfelagsskapir : Altjóða verkamannafelagsskapur Sameindu Tjóða (ILO) | Undirvísingar-, Vísinda- og Mentanarstovnur Sameindu Tjóða (UNESCO)
Barnagrunnur Sameindu Tjóða (UNICEF) | Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða (WFP) | Heilsufelagsskapur Sameindu Tjóða (WHO)
Høvuðsstovnar: Aðalsfundurin • Trygdarráðið • Búskapar- og Almannamálaráðið • Altjóða Dómstólurin • Aðalskrivstovan • Tilsjónarráðið
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.