Heðin Lisberg Olsen (føddur 1994) er ein føroyskur svimjari, sum hevur svomið fyri Svimjifelagið Reki úr Leirvík, Ægir úr Klaksvík og fyri Føroyar.
Lívsleið innan svimjing
EM 2012
Heðin kráraði kravtíðirnar til EM 2012, sum varð hildið í Debrecen í Ungarn. Hann setti føroyskt met og juniormet í 100 m frí við tíðini 53.37. Harvið tók hann metið frá Pál Joensen, tað var 53.55 minuttir. Juniormetið á hesum teigi hevði hann sjálvur sett árið fyri til EJM.[1]
SMS X-mas Sprint 2011 - Vann eina gullnál
Á SMS X-mas Sprint 2011 stevnuni í Klaksvík, sum varð hilidin 17. desember 2011, vann Heðin eina gullnál, tá hann megnaði at svimja 100 metrar frí upp á 50.82 sekund. Fyri at fáa eina gullnál skal ein megna at svimja teir 100 metrarnar upp á 51.14 sekund.[2]
Oyggjaleikir 2011
Heðin luttók á Oyggjaleikum 2011, har hann vann 2 gull í liðkappingum 50 og 100 metrum frí hjá monnum, 2 silvur í liðkappingum 4x50 og 100 metrar blandað hjá monnum, og so vann hann eitt bronsu heiðursmerki einsamallur í 50 metrum frí.[3] Heðin fór seinni at venja við og svimja fyri Ægir.[4]
- Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:24.10, hinir vóru: Magnus Jákupsson, Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen
- Gull í 4 x 50 m frí við tíðini 1:33.59, hinir vóru: Magnus Jákupsson, Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen
- Silvur í 4 x 100 m blandað við tíðini 3:47.81, hinir vóru: Magnus Jákupsson, Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen
- Silvur í 4 x 50 m blandað við tíðini 1:43.23, hinir vóru: Magnus Jákupsson, Pauli Øssursson Mohr og Pál Joensen
- Bronsu í 50 m frí við tíðini 24.20
Keldur
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.