From Wikipedia, the free encyclopedia
Grátt undir steini ella grótlús, stundum rópt onnur nøvn, t.d. grádýr ella (í Skúvoy) veggjalús, eru fleiri sløg av smáum krabbadýrum sum liva á landi. Í útsjónd og livihátti kunnu tey minna um skordýr, men tey eru ikki skordýr. Grátt undir steini eru ein undirbólkur Oniscidea av bólkinum Isopoda.
Grátt undir steini | ||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||
| ||||||||||
Í Føroyum eru skrásett fýra sløg:[1][2]
Nakrar fráboðanir eru komnar um at eitt fimta slag, Armadillidium vulgare, skal vera komið til Føroyar, men hetta er ikki staðfest.
Grátt undir steini hevur 7 pør av beinum. Kroppurin er samansettur av 13 liðum. Tað er einasta djór á landi sum andar bæði við lungum og táknum, og tí kann grátt undir steini vera bæði uppi á landi og í vatni. Grátt undir steini trívist best har vátligt er, og tolir ikki ov nógv ljós ella terra. Tað livur serliga av plantuleivdum. Honin verpur egg niður í ein posa, sum hon hevur undir framkroppinum, og í posanum verða ungarnir klaktir.[3]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.