From Wikipedia, the free encyclopedia
Fámara er ein lítil bygd ella býlingur, sum hoyrir til Vágs kommunu. Fámara er á vestaru síða av Suðuroynni, í ein útnyrðin av Vági. Í nøkur ár búði familjan Brattaberg í Fámara, har tey eitt skifti høvdu ung fólk í arbeiði, ofta fólk úr øðrum londum. Tá tey fluttu úr Fámara búði ongin har í fleiri ár. Í 2010 flutti eini hjún til Fámara at búgva.[1] Vegur er til Fámara. Vegurin fer úr Vági niðan til Botn, Ryskivatn og Fámara. Vegurin eitur Skálavegur niðri í Vági, síðan skiftir vegurin navn til Dalsvegur. Vegurin fer í tvey har uppi við Gjógvaráfjall. Vegurin sum fer beint fram fer til Fámara og vegurin sum snarar til høgru heldur fram til Botn og til Ryskivatn, skelti eru sett upp har sum vísa veg. Botnur er beint norðanfyri Fámara. Føroya fyrsta vatnorkuverk varð gjørt í Botni í 1921.
Hjúnini sum flutt til Fámara í 2010 vóru Johan Dalsgaard (eisini kendur sum Johan í Kollafirði) og Rakul, harumframt býr eisini ein ungur maður har hjá teimum. Jóhan og Rakul gjørdu vart við seg m.a. við at gera filmar, sum tey løgdu á YouTube og síðan deildu á Facebook, og so hevði Jóhan eisini eina sending í útvarpsrásini hjá Kringvarpinum, har hann sendi beinleiðis úr Fámara. Í 2012 gjørdist Fámara sera nógv umrøtt í fjølmiðlunum í Føroyum, tí festi varð lýst til sølu. Ein Facebook síða varð stovnað við heitinum "Free Fámara",[2] og nógv varð skrivað á ymiskum portalum og skrivað varð í bløðum og málið varð umrøtt í útvarpsrásum og í sjónvarpinum. Tað stóð fólki frítt fyri at bjóða uppá festið í Fámara. Tað vísti seg seinni, at fyrrverandi festarin av Fámara, Árni Brattaberg, átti hægsta boðið, sum var á 520.000 krónur, sambært Johan Dalsgaard var tað boðið 4.775 kr. hægri enn hansara boð.[3] Málið um Fámara er tó ikki avgreitt enn (november 2012), tí Johan kærdi og fekk sær sakførara úr Danmark at hjálpa sær.[4]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.