From Wikipedia, the free encyclopedia
Franz Kafka (3. juli 1883 – 3. juni 1924) var kekkiskur rithøvundur av jødiskum uppruna. Hann skrivaði á týskum. Hann varð føddur og uppvaksin í Prag, Kekkia. Pápin var ein ríkur, kekkiskur keypmaður. Franz las løgfrøði, men so líðandi gjørdist tað honum ein ótolandi byrða at noyðast at vinna til lívsins uppihald við slíkum lítið avbjóðandi skrivstovuarbeiði. Hann segði tí upp og halgaði seg skrivingini burturav. Hann trúlovaðist nakrar ferðir, men gjørdist sjúkur av tuberklum og flutti á eitt sanatorium at búgva.
Kafka var sera kenslusamur, og hopleysu romansurnar hjá honum, eins væl og trupla sambandið við pápan, oyðiløgdu til endans heilsu hansara, og "hungursárini" í Berlin eftir 1918 vóru dropin. Hann doyði í 1924. Hóast Kafka var kekki, skrivaði hann allar sínar bøkur á týskum. Sjey teirra vórðu útgivnar, meðan hann enn var á lívi. Hann skrivaði tríggjar skaldsøgur, sum allar komu út, eftir hann var deyður - "Der Prozess" kom út í 1925, "Das Schloss" í 1926 (óliðug) og "Amerika" í 1927.
Upprunaheitið stendur fremst, í klombrum er danska heitið og útgávuárið, niðast verður ein bók nevnd, sum er týdd til føroyskt.
Ein bók hjá Kafka eru týdd til føroyskt:
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.