From Wikipedia, the free encyclopedia
Finnmark (norrønt: Finnmǫrk, sámiskt: Finnmárku) er eitt fylki í Norra. Finnmark hevur umleið 74 710 íbúgvar. Norðasti landsparturin í Noregi er Finnmørkin. Finnmark hevur mark við Troms, Finnland og Russland. Markið millum Russlands og Noreg gongur gjøgnum Pasvik dalin og eftir Pasvik ánni.
Skjøldur | Kort |
---|---|
Land: | Noreg |
Størsti býur: | Vadsø |
Íbúgvar (2013): | 74 710 |
Vídd: | 48 616 km² |
Fylkisborgmeistari: | Runar Sjåstad |
Heimasíða: | Finnmark fylke |
Finnmark er størsta fylkið í Noregi. Tað er størri í stødd enn lond sum Danmark, Niðurlond ella Sveis. Vardø í Finnmark er eystasti býur í Noreg og er eystari enn Istanbul og St. Pætursborg. Alta er størsti býurin í Finnmørkini. Býurin liggur innast í Altafjørðinum. Har búgva gott og væl 20,000 fólk. Í Alta finnur tú størsta savnið í Norðurevropa av fjallalist, sum veiðifólk hava evnað. Tær eru úr bronsuøld og eru m.a. av skipum, offurgávum og fólki.
Kirkenes í Finnmark liggur 8 kilometrar frá russiska markinum og 1,410 kilometrar norðanfyri norska høvuðstaðin Oslo. Har búgva 10,000 fólk í kommununi, 3,000 í býnum. Í Kirkenes eru vegaskelti og onnur skelti eisini á russiskum, tí sera nógvir russarar brúka havnina í Kirkenes. Í heila tikið er nógv samband og samhandil millum Kirkenes og russarar. Kirkenes var í stóran mun raktur av Øðrum heimsbardaga, við tað at tey blivu sum millum hamara og ambolt millum týskarar og russarar. Týskurin hevði fleiri túsund hermenn har í legum, og tá ið álopið "Barbarossa", sum skuldi taka Murmansk, miseydnaðist, brúktu teir "brenda jarðarpolitikkin", so tá ið kríggið var av, var allur býurin í sori, nógv fólk rýmd, og tey sum eftir vóru, stóðu á berum.
Almennu málini í Finnmark eru tvey, norskt og sámiskt. Í 2000 høvdu næstan 96 prosent av fólkinum í Kautokeino (Guovdageainnu) sámiskt sum móðurmál. Sámiskt er móðurmál hjá góðum 94% í Karasjok (Kárášjohka) og 75% í Nesseby (Unjárga).[1]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.