From Wikipedia, the free encyclopedia
Føroyskur dansur stavar úr miðøld. Hetta er dansur uttan ljóðføri, ístaðin verður kvøðið. Føroyskur dansur hevur verið vanligur í stórum partri av Evropa, men nú er tað bara í Føroyum, at hann er livandi
Stuttleikin við tí føroyska dansinum liggur fyri mestan partin í, at hann verður troddur til sang, kvæði, kempivísur og fólkavísur, sum verða sungnar fyri av einum ella fleiri skiparum, meðan øll taka undir í viðganginum við endan av hvørjum ørindi. Øll tey dansandi fylgja hugtikin við í søgugongdini í kvæðinum, og tá okkurt serliga yndisligt ella hugtakandi kemur fyri, sæst tað á andlitsbrøgdum og atferð teirra dansandi – tá ruðileikin í bardaganum kemur fyri, taka tey hendurnar fastliga saman, og tá sigur er vunnin, loypa tey av gleði.
Sjálvur dansurin gongur fyri seg soleiðis, at fólk taka saman hendur og gera ein ring, og um fleiri koma upp í ringin, verður hann brotin og eitt innvik ringist inni í sjálvum ringinum. Er fólkatalið til tess og stovan nóg stór, ringist so aftur eitt innvik innan í tí fyrra, og so framvegis – men altíð í einum samanhangandi dansiringi, so at tann dansandi má fylgja hesum innvikunum i ringinum, og viðhvørt er í tí uttara ringinum, og løtu seinni í tí innara. Tey dansandi koma sostatt framvið hvørjum øðrum andlit til andlit og møtast tvær reisur í hvørjum umfarið.
Kvæðaløgini eru í sættaparts takt, sum verður hildin av jøvnum og einstáttaðum fótatrampi. Vanligasti dansihátturin er tað sokallaða “stígingarstevið”.
Tey dansandi flyta seg støðugt til vinstru, so at hvør takt í tónleikinum verður fylgd av seks trinum.:
og soleiðis verður hildið fram óavbrotið, við sama stevið í takt við tónleikin. Er tað ein álvarsom vísa ið verður sungin seigliga, fylgir dansurin spakuligari og sinniligari.
Eitt frábrigdi av dansinum er “trokingarstev” (av at troka), har fólk sum vanligt halda saman hendur í einum óbrotnum ringi, men standa still ella fara eitt sindur aftureftir við tí vanliga stevinum meðan ørindið verður sungið, og so flyta seg frameftir við sama stevi, tá niðurlagið kemur fyri. Til henda dans verða serliga skjótar og lívligar vísur nýttar. Hetta stev er burturfallið norðanfjørðs, men í Suðuroy, serliga í teimum syðru bygdunum, havi eg ofta luttikið í hesum dansi. Í heila tikið leggja fólk har ein heilt annan dent á dansin enn norðanfjørðs, har tað oftast er tað einstáttaða stevið, ið dentur verður lagdur á.
Eitt triðja slag av dansi, har skjótar og livligar vísur verða nýttar, er bandadansurin. Har standa fólk í tveimum røðum, 1 – 2 alin frá hvørjum øðrum, menn á aðrari síðuni, og kvinnur hinumegin við einum bandi ímillum sín. Meðan vísan verður sungin, stendur man í stað og trínur tað vanliga stevið, men tá niðurlagið byrjar, verða hendurnar, ið halda bondunun, lyftar upp í loft, og úr tí endanum av røðini, sum andlitini venda ímóti, boyggja fólk seg parvís undir tey lyftu bondini, til tey eru komin út aftur úr røðini, snara sær á og hevja aftur bondini yvir teimum, tey tá møta. Steðgað verður á tí plássinum har hvørt parið byrjaði, og so byrjar alt umaftur og heldur fram til vísan er endað. Hetta er ein sera lívligur, men eisini troyttandi dansur.
Fyri uttan sjálvan dansin eru eisini fleiri ymiskir jólaleikir, og nakrir av hesum leikum verða leiktir til sangir, ið hoyra til. Summir leikir eru serføroyskir (sum t.d. Frísavísa), aðrir eru komnir aðrastaðnis frá, t. d. at ríða ediling, sum eisini er íslendsk vikivaka: “her riðr Hoffin...”, og somuleiðis finnast í Jútlandi (samanber Lyngbye fær, kvæder, s. 37 – 38 og 589). Svabo hevur í 5. bindi av sínum ferðafrásagnum á tí Kgl. Bókasavninum sagt frá einari rúgvu at tílíkum leikum, sum verða nýttir til samkomur í húsunum ella úti undir opnum himli.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.