From Wikipedia, the free encyclopedia
Empire State Building er 5. hægsti bygningur í USA. Millum annað var hann heimsins hægsta háhús í 40 ár, og onki annað hús í heiminum er so væl vitjað, sum hesin bygningur í New York City. Umleið 1,5 mió. fólk fara á hvørjum ári inn í elevatorarnar fyri at sleppa so langt upp sum gjørligt; bygningurin er 448,5 metur høgur. Eftir yvirgangsálopið á World Trade Center í 2001 gjørdist Empire State Building aftur hægsti bygningur í New York. Tilfarið í bygninginum vigar um 330 túsund tons. Bygningurin er sum ein býur í býnum; hann veitir sínum 16.000 leigumálum allar hugsandi tænastur sum t.d. eitt stór tal av bankum, matstovum, vøruhúsum og ferðamannastovum. At flyta fólkið upp og niður í bygninginum eru 73 elevatorar og 4 rullandi trappur. Í bygninginum eru 5.600 kilometrar av telefonleidningi. Til el eru 750.000 metrar av el leidningi. Til reingerð og viðlíkahald av bygninginum eru 400 fólk í føstum starvi.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.