From Wikipedia, the free encyclopedia
Brúna rottan er størri enn tann svarta, og kallrottan er størri enn kvennrottan. Hon vigar 200-400 g, kroppurin verður 21-29 cm langur og halin 17-23 cm langur, í halanum eru 160-190 ringar. Feldurin er javnt grámorreyður, og hon er ljósari undir búkinum. Brúna rottan er førlig, snáðin er kýpin, og eyguni smá. Oyruni eru loðin og stutt og røkka tey ikki niður á eyguni, verða tey løgd fram á pannuna.
Brúna rottan verður eisini nevnd ferðarottan. Hon hevur sín uppruna í Ásia og í Kina og kom til meginpartin í Evropa í 1727, tá ið hon í murlutali svam tvørtur um Volga. Men til Danmarkar kom hon longu í 1716, tá ið Pætur Mikli keisari var og vitjaði, hann kom sjóvegis til Keypmannahavnar. Haðani var høgligt hjá henni at sleppa norðureftir, til Noregs, Føroya, Íslands og Grønlands. Rottan kom til Føroya við einum norskum skipi úr Tróndheimi, ið nevndist Kongen af Preussen. Skipið var á veg til Dublin, tá tað gjørdist vrak á oynni Lewis í Skotlandi. Vrakið rak norðureftir og kom inn á Hvalba í mai 1768. Við hesum vrakinum komu tær fyrstu rotturnar til Føroya, og longu í 1769 var hon komin til Havnar. Brúna rottan er bara í teimum stóru oyggjunum.
Rottan heldur til allastaðni, við hús eins væl og burtur frá húsum, um nóg nógv føði er at fáa. Hon etur alt og aftrast ikki við at taka mýs, egg og ungar, haruungar og ræ. Ofta hevur rottan ávís pláss, har hon etur, og tá ríviligt er, kann hon goyma sær niðurfyri.
Rottan er náttardjór burturav. Hon er ferm at klintrast og reika um allastaðni, har bygt er. Hon kann eisini leggjast í fuglabjørg, ikki minst í lundalondini, og har skrápur og drunnhvíti eiga, kann hon oyða alt. Hon heldur seg á ávísum økjum í búflokkum, sum kallrotta við fleiri kvennrottum og ungum teirra stendur fyri.
Kvennrottan gongur kviðin í 22 dagar, og hon leggur 3-5 ferðir um árið 6-12 ungar hvørja ferð. Nýlagdir eru teir naknir og blindir, og tríggjar mánaðir gamlir eru teir kynsbúnir. Ofta eru fleiri legur í sama rottureiðrið, soleiðis eru fleiri rottur um somu holu. Livialdurin hjá rottu er vanliga 1½ ár.
Allastaðni hevur verið roynt at avoyða rottu, tí at hon kann spjaða sjúku millum fólk og húsdjór. Hon gnagar allastaðni, og er hon til miklan ampa. Í Føroyum hevur hon nærum forkomið einstøkum bjargafuglum. Er rotta í oynni, eru t.d. lundi og skrápur at kalla burtur. Føroysku kommunurnar hava lógir at ganga eftir, tá tær royna at týna rottuna.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.