Føroyskur fótbóltsmálmaður From Wikipedia, the free encyclopedia
Bjarni Johansen, føddur 26. mai 1971 í Danmark, er formaður í fótbóltsfelagnum FC Suðuroy. FC Suðuroy varð stovnað 2010, og var tað felagsliðið VB/Sumba, sum tók stig til at broyta navnið. Vónin var, at øll fótbóltsfeløgini í Suðuroynni fóru at leggja saman við felagsliðnum. Bjarni Johansen er sonur Eyðun og Solveig Johansen úr Vági. Bjarni arbeiðir sum montørur hjá Føroya Tele.
Bjarni Johansen gjørdist formaður í VB/Sumba á aðalfundinum 26. februar 2007 og hevur verið tað síðan. VB/Sumba skifti navn til FC Suðuroy 1. januar 2010.
Í 2007 var Bjarni Johansen tann spælarin, sum hevði spælt flestar dystir á rað í føroysku landskappingini og kanska eisini í føroyskum fótbólti yvirhøvur.. Bjarni Johansen hevur spælt sum málmaður fyri VB síðan hann var heilt ungur og seinni fyri VB/Sumba, tá VB og Sumba løgdu saman. Bjarni gavst sum málmaður fyri VB/Sumba eftir fótbólsárið 2008 var farið.
Bjarni Johansen hevur spælt nakrar vinadystir á føroyska landsliðnum í fótbólti sum málmaður. Í 2004 var Bjarni Johansen við í hópinum á A-landsliðnum. Archived 2011-07-20 at the Wayback Machine. Bjarni Johansen hevur spælt tveir FIFA skásettir landsdystir fyri Føroyar. Archived 2011-07-20 at the Wayback Machine
Bjarni Johansen spældi sín fyrsta UEFA dyst 20. juni 1998 fyri VB. Dysturin var ímóti Brno og úrslitið var 3-0 til Brno. . Í 2009 var Bjarni Johansen eyka málmaður tveir dystir í UEFA Champions League fyri EB/Streymur. Talan var um tveir dystir móti Apoel FC úr Kýpros. EB/Streymur heitti á Bjarna um at vera eyka málmaður hjá teimum tí annar av teirra málmonnum var skaddur.. Bjarni Johansen hevur UEFA B venjaralisens.fsf.fo Archived 2011-07-20 at the Wayback Machine
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.