From Wikipedia, the free encyclopedia
Birmingham er enskur stórbýur, ið liggur miðskeiðis millum London og Liverpool, í landslutinum West Midlands. Her í Birmingham búðu umleið 1.137.000 fólk í 2017 og hann er næststørsti býur í Onglandi. Býurin hevur verið miðdepil fyri kanalferðslu í Onglandi.
Birmingham fekk rættindi sum býur í 1166, tá fólk fingu loyvi til at hava marknað hvønn hósdag. Síðst í 17. øld var fólkatalið komi upp á umleið 15.000 fólk. Sum tíðin leið upp gjøgnum 18. og 19. øld vaks býurin í stórum og ídnaður av ymiskum slagið var ment í býnum. Býurin var sera týdningamikil miðdepil fyri kanalirnar í Onglandi; tær síggjast enn eins og slúsurnar. Uppfinnarar sum James Watt og Matthew Boulton, sum uppfunnu ávikavist dampmaskinuna og gasljós, vuksu upp í býnum. Í 1889 fekk Birmingham gav drotning Victoria býnum rætt til at kalla seg keypsstaður.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.