From Wikipedia, the free encyclopedia
Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er ein bókmentaverðisløn, sum varð latin fyri fyrstu ferð í 2013, eftir at mentamálaráðharrarnir úr Norðurlondum í 2012 avgjørdu at seta á stovn eina slíka heiðursløn. Virðislønin er á 350 000 krónur. Tey sjálvstøðugu norðurlondini tilnevna tvey verk hvør, meðan Føroyar, Grønland, Áland og tað Samiska Máløkið tilnevna eitt verk hvør. Fyrsta virðislønin varð latin á stórari gallaveitslu í Operahúsinum í Oslo hin 30. oktober 2013. Hátíðarhaldið varð víst í beinleiðis í norðurlendsku sjónvarpsrásunum, eisini í Kringvarpi Føroya. Á gallaveitsluni vóru fleiri norðurlendskar virðislønir latnar: Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins, Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins og Filmvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.