From Wikipedia, the free encyclopedia
Anna Nygaard, fødd 1. august 1991, eisini kend við listanavni hennara Anna Faroe, er ein føroysk songkvinna, sum gjørdist kend, tá hon luttók í donsku sangkappingini X Factor og endaði sum nummar 5.
Anna er fødd og uppvaksin í Føroyum. Hon flutti til Keypmannahavnar í Danmark summarið 2009. Hon gjørdist kend í 2010, tá hon luttók í donsku tónleikakappingini í sjónvarpinum hjá Danmarks Radio, X Factor. Anna kom víðari til endaumfarið har bert 9 sleppa við, 3 í hvørjum aldursbólki. Hon endaði á einum fimtaplássið.
Fysta stakfløgan "Walking On Fire" kom út hin 3. mai 2010.[1] Sangurin kom á 29. plássið á tí danska hittlistanum fyri stakløg hin 14. mai.[2] Hin 31. mai 2010 kom fyrsta fløga hennara Because I Want To.[3] Fløvan kom á 11. pláss í tí danska albumlistan fyri fløvur (album) hin 11. juni, hon kom upp á eitt nýggjundapláss ta næstu vikuna og lá síðan á listanum í alt sjey vikur.[4] Onnur stakfløga hennara varð "I Got This", henda kom út hin 28. juni.[5]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.