From Wikipedia, the free encyclopedia
Ásarveldini (á týskum: Achsenmächte) er eitt orð ið verður brúkt um tey lond, ið strýddust ímóti teimum sameindu undir Seinna heimskríggi. Ásarveldini vóru sett á stovn í oktober 1936, tá Týskland og Italia undirskrivaðu ein vinasáttmála. Ein mánað seinni varð Antikominternsáttmálin undirskrivaður, har Japan eisini var við. Hin 22. mai 1939 undirskrivaðu Týskland og Italia Stálsáttmálan.
Týskland, undir führer Adolf Hitler
Japan Japan, undir forsætisráðharra Hideki Tojo og keisara Hirohito
Kongaríkið Italia, (1940-1943), undir forsætisráðharra Benito Mussolini og kong Viktor Emanuel III
Ungarn (1940-1945), undir Miklós Horthy og seinni Ferenc Szálasi
Rumenia (1941-1944), undir Ion Antonescu
Bulgaria (1941-1944), undir tsar Boris III av Bulgaria
Teiland, (1941-1945), undir Luang Phibul Songkhram
Finland, (1941-1944), sí Ryti-Ribbentrop-avtalan), undir president Risto Ryti og herovastanum Carl Gustaf Emil Mannerheim
Irak, (1941), undir Rashid Ali
Iran, (1941), undir Reza Shah
Kroatien (1941-1945), undir Ante Pavelić
Slovakia (1939–1945) undir Jozef Tiso
Serbia, (1941-1944), undir Milan Nedić
Montenegro, (1941-1944), undir Sekula Drljević
Manchukuo, undir keisara Puyi
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.