Fakfeløg
From Wikipedia, the free encyclopedia
Fakfeløg arbeiða fyri rættindum hjá limunum, t.d. lønarviðurskiftum sum tímalønin, um longdina av feriu og pausum, ið limirnir hava rætt til, um eftirløn, frítíðarløn og annað. Felagið førir samráðingar vegna limirnar við arbeiðsgevarafelagið ella við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum ( í Føroyum) um tað er landið, ið er arbeiðsgevarin. Um fakfelagið og arbeiðsgevarin ikki finna fram til eina semju kann fakfelagið hótta við at fara í verkfall. Tá ið eitt ella fleiri fakfeløg fara í verkfall, liggur samfelagið ofta lamið, við tað at handlarnir ikki fáa vøru og fólk ofta ikki sleppa at ferðast frítt, tí at skip ikki sigla. Felag fyri fólk í somu vinnugrein. Upprunin til fakfeløg kann førast aftur til Stórabretland í 18. øld. Í Norðurlondum stovnaðu arbeiðarar fakfeløg frá mitt í 19. øld. Norðurlond hava í dag størsta prosentpartin av arbeiðarafjøldini sum limir í einum fakfelag. Í Svøríki vóru 68,5 prosent av øllum arbeiðstakarum limir í fakfelag.