![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/a4/Location_Warsaw_Pakt.svg/langfo-640px-Location_Warsaw_Pakt.svg.png&w=640&q=50)
Warszawasamgongan
From Wikipedia, the free encyclopedia
Warszawasamgongan (alment heiti: Sáttmáli um vinalag, samstarv og sínámillum stuðul) var ein verjusamgonga ímillum Sovjetsamveldið og flestu lond í Eysturevropa í seinnu helvt av 20. øld. Henda hernaðarliga samgongan varð stovnað í 1955 í Warszawa. Samgongan upploystist í 1991.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/a/a4/Location_Warsaw_Pakt.svg/320px-Location_Warsaw_Pakt.svg.png)
Limalondini við byrjan av virkseminum vóru: Sovjetsamveldið, Eysturtýskland, Pólland, Kekkoslovakia, Ungarn, Rumenia, Bulgaria og Albania.