![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/4f/Un_c-130_food_delivery_rumbek_sudan.jpg/640px-Un_c-130_food_delivery_rumbek_sudan.jpg&w=640&q=50)
WFP
From Wikipedia, the free encyclopedia
World Food Programme (stytt WFP), Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða, varð settur á stovn í 1963. Sum neyðhjálparfelagsskapur, syrgir WFP fyri at bráðfeingis hjálp og matur kemur út til øki, sum eru hungursrakt orsakað av náttúruvanlukkum ella kríggi. Harumframt veitir WFP menningarhjálp til øki, sum støðugt eru rakt av hungri. Kanningar vísa, at um børn ikki fáa nøktandi føðsluvirði í matinum, so hava tey ógvuliga trupult við at læra. Tí er umráðandi, at tá fátøk øki verða ment við til dømis betri skúlum, má stuðul eisini verða veittur at tryggja børnunum nóg góðan mat, tí annars fáa tey ikki nóg mikið burtur úr nýggju møguleikunum, sum ein betri skúli gevur.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/4f/Un_c-130_food_delivery_rumbek_sudan.jpg/320px-Un_c-130_food_delivery_rumbek_sudan.jpg)
Føroyar hava ikki atlimaskap í WFP, men føroyska landsstýrið hevur fleiri ferðir latið bæði neyðhjálp og menningarhjálp umvegis WFP. Til dømis er menningarhjálp givin til verkætlanina Senegal Country Programmes, og neyðhjálp er t.d. farin til Perú og Gambia.
WFP verður ikki fíggjað óbiðið av ST, tískil er hjálpararbeiðið teirra treytað av, at einstaklingar, felagsskapir og einstøk lond donera pening til teirra. Mannagongdin hjá WFP hevur í mong ár verið; fyrst at staðfesta eina matvørukreppu, harnæst biðja altjóða samfeløg um fígging, síðani keypa inn matvørurnar á heimsmarknaðanum, fyri til endans at pakka, senda og luta hjálpina til tey, ið tørva hana.