![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/ca/Surface_analysis.gif/640px-Surface_analysis.gif&w=640&q=50)
Veðurfrøði
From Wikipedia, the free encyclopedia
Veðurfrøðingar eru vísindafólk, sum granska veðrið og "spáa", hvussu ið veðrið verður. Teir kanna vind, hita, skýggj og lufttrýst. Veðurmátingar verða tíðum goymdar at samanbera við í komandi tíðum. Fylgisveinar, ið ganga í rúmdini, taka myndir av jørðini, og hesar myndir hjálpa veðurfrøðingum í arbeiðinum at seta saman veðurforsøgn komandi fimm dagarnar. Men hóast nógva vitan og framkomna tøkini, so er veðrið náttúrumáttur, sum menniskjan einki ræði á. Veðurstøðir víða hvar í heiminum samstarva um veðurmátingar av skipum, úr flogførum og ómannaðum veðurstøðum á landi. Ómannað veðurstøð er átøk rimakassa á fýra høgum stuðlum. Nógvar ferðir um samdøgrið senda veðurstøðir ballónir við mátitólum og sendarum upp í loft at gera mátingar í luftini. Rúmdarfylgisveinar senda myndir niður á jørðina, og tær sýna skýggj, hátrýst, o.a.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/ca/Surface_analysis.gif/320px-Surface_analysis.gif)
- Javntrýstlinjur binda saman støð við sama lufttrýsti.
- Lágtrýst er øki við lægsta luftrýstinum.
- Hátrýst er øki við hægsta luftrýstinum.
- Reyðu hálvringarnir sýna útjarðaran á hitabrúgv, sum kemur.
- Bláir tríhyrningar sýna útjaðaran á kuldabrúgv, sum kemur.