From Wikipedia, the free encyclopedia
Valmási (frøðiheiti - Larus hyperboreus) er lítið minni enn bakur. Kápan er bleikt gráblá og veingjabroddarnir hvítir. Veingirnir røkka at siga einki aftur um velið. Føturnir eru gulir. Hann eigur víða um í teimum køldu Íshavslondunum. Ísland man vera sunnasta heim hansara. Har verpur hann mest í bjørgunum og sigst at vera verri fyri bjargafuglin enn bakur. Um veturin reikar hann víða um. Tá sæst hann av og á í Føroyum, mest skurin; hann er bleikt morflekkutur, nógv bleikari enn svartbaksskurin.[1]
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.