Värnamo
From Wikipedia, the free encyclopedia
Värnamo er ein býur í Värnamo kommunu í Jönköpings län í Svøríki. Býurin liggur við ánna Lagan, tætt við har ið áin rennur út í vatnið Vidöstern. Býurin hevur umleið 18 696 íbúgvar (2010).[1] Í miðøldini var býurin ein tingstaður og marknaðarbýur.