Trælur er ófrælsur persónur, hertikin ella keyptur, sum eigarin hevði fult ræði á, at nýta til arbeiðis ella sølu. Alt síðan fornøld hava fólk verið keypt og seld sum trælir. Trælir hava eingi rættindi, einki frælsi og eru ogn harra síns. Arábar vóru teir fyrstu, sum av álvara fóru at selja afrikanarar sum trælir, tá teir høvdu ræðið í stórum pørtum í Afrika fyri um 1000 árum síðan. Eftirspurningurin eftir trælum vaks nógv, tá ið evropearar skuldu brúka bíliga arbeiðsmegi á stórgørðum og í námum í Amerika. Afrikanar vóru vanir við landbúnaðararbeiði og námsvinnu í tropiskum veðurlagi. Trælahandilsmenninir fluttu afrikanar úr heimlandi sínum og sendu teir um allan heim - til Amerika, Karibia, Ásia og Evropa, har einki bíðaði teimum uttan strev, saknur og ósigiligar líðingar. Portugisar vóru fyrstir á nýggja trælamarknaðinum, men aðrir evropearar vóru ikki seinir at gera sum teir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Mynd:Slaves in chains (grayscale).png

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.