Torino (landslutur)
From Wikipedia, the free encyclopedia
Landsluturin Torino er ein landslutur í regiónini Piemonte í Norðuritalia. Torino er høvuðsbýur í landslutinum.
Hin 30. juni 2011 var fólkatalið í landslutinum 2.306.676.
Tað eru 315 kommunur í Torino landslutinum, tað er tað størsta talið av kommunum í nøkrum italskum landsluti yvirhøvur. Økið er 6,830 km² til støddar.