føroyskt fótbóltsfelag From Wikipedia, the free encyclopedia
B68 (Fult navn: Tofta Ítróttarfelag) er fótbóltsfelagið á Toftum. Felagið varð stovnað 21. desember 1962.
B68 | |||
Navn | Tofta Ítróttarfelag, B68 | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | Reyðu Pantararnir (óalment) | ||
Stovnað | 21. desember 1962 | ||
Leikvøllir | Svangaskarð | ||
Rúmd | 6.000 | ||
Formaður | Ian D. Jacobsen | ||
Høvuðsvenjari | Jákup á Borg | ||
Liga | Betrideildin | ||
2023 | 7.-plass | ||
Heimasíða | http://www.b68.fo | ||
|
Fyrstu 8 árini spældi felagið í meðaldeildini, sum næstbesta deildin tá nevndist. Í 1976 varð føroyska fótbóltskappingin umskipað, og í tíðarskeiðnum 1976-1980 spældi B68 framvegis í næstbestu deildini, sum tá nevndist 2. deild. Í 1980 vann felagið 2. deild, og flutti upp í 1. deild.
Fyrstu ferð felagið royndi seg í bestu deildini var sostatt í 1981, og har spældu teir í samfull 24 ár til 2004, tá teir fluttu niður.
Í 2005 vunnu teir næstbestu deildina, men fluttu beinleiðis niður aftur í 2006. Í 2007 vunnu teir aftur næstbestu deildina, og spældu í bestu deildini frá 2008 til 2012, tá teir fluttu niður aftur. Í 2014 og í 2016 vóru teir aftur í bestu deildini, men endaðu aftast bæði árini. Í 2020 flutti liðið upp aftur og hava síðani 2021 verið í bestu deildini, sum nú verður rópt Betrideildin.
Í 1984 vann B68 sítt fyrsta føroyameistaraheiti í 1. deild hjá monnum, og árið eftir endurtóku teir hetta bragd. Seinast felagið vann bestu deildina var í 1992.
Ár | Kapping | Umfar | Mótstøðulið | Úrslit | |
---|---|---|---|---|---|
1993/94 | Champions League | Q | Croatia Zagreb | 0-5, 0-6 | |
1996 | Intertoto Cup | 1 | Linzer ASK | 0-4 | |
1996 | Intertoto Cup | 1 | Werder Bremen | 0-2 | |
1996 | Intertoto Cup | 1 | Djurgården IF | 1-5 | |
2001 | Intertoto Cup | 1 | Sporting Lokeren | 2-4, 0-0 | |
2002 | Intertoto Cup | 1 | FC St. Gallen | 1-5, 0-6 | |
2004-05 | UEFA Cup | 1Q | FK Ventspils | 0-3, 0-8 | |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.