![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/cd/Flickr_-_The_U.S._Army_-_Young_patriot.jpg/640px-Flickr_-_The_U.S._Army_-_Young_patriot.jpg&w=640&q=50)
Tjóðardagur USA
From Wikipedia, the free encyclopedia
Amerikanskur tjóðardagur (á enskum "Independence day" ella "the Fourth of July") er 4. juli, sum er til minnis um loysingina frá Stóra Bretlandi. 4. juli í 1776 tóku amerikumenn loysing frá bretum. 4. juli er minningardagurin um viðurkenningina av óheftislýsingini, "Declaration of Independence" í 1776. Men veruliga undirskrivingin fór ikki fram fyrr enn slakan mánað eftir, nevniliga 2. august 1776. John Hancock átti fyrstu undirskriftina á skjalinum. Ein undirskrift verður ofta kallað "at skriva sítt John Hancock". Fleiri undirskriftir komu á skjalið seinni.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/c/cd/Flickr_-_The_U.S._Army_-_Young_patriot.jpg/640px-Flickr_-_The_U.S._Army_-_Young_patriot.jpg)
4. juli 2009 hátíðarhildu amerikanar 233 ára frælsisdagin.