Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er ætlað at vekja áhuga fyri skaptum og framførdum tónleiki á høgum listarligum støði. Annaðhvørt verður virðislønin givin fyri verk hjá núlivandi tónasmiði og annaðhvørt ár fer virðislønin til størri ella minni framførslu á høgum listarligum og handverksligum støði.
Virðislønin varð stovnað í 1956 og varð í fyrstuni latin triðjahvørt ár. Frá 1990 verður virðislønin uppá 350 000 danskar krónur latin hvørt ár. Eftir 1997 kunnu tey sonevndu sjálvstýrandi økini, t.e. Grønland, Føroyar og Áland, koma við egnum tilnevningum til virðislønina. Norðurlendska tónleikanevndin, NOMUS, virkar sum virðislønarnevnd.
Vinnarar gjøgnum tíðirnar og fyri hvat: