Swahiliskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Swahiliskt mál ella Kiswahiliskt[2] er eitt Bantu mál og móðurmál hjá Swahili-fólkunum. Nógv av fólkunum ið búgva í regiónini við Stóru vøtnini í Afrika og í øðrum pørtum av landsynningsafrika, eitt nú í londunum Tansania, Kenja, Uganda, Ruanda, Burundi, Mosambik og Fólkaræðiliga Lýðveldinum Kongo tosa swahiliskt. Komoriskt mál, ið verður tosað á Komorosoyggjunum, verður til tíðir mett at vera eitt swahili málføri (dialekt).
Hóast bert umleið 5 milliónir fólk tosað swahili sum sítt móðurmál,[3] so verður tað nýtt sum eitt lingua franca í stórum parti av Landssynningsafrika. Talið av fólkum ið duga at tosa swahiliskt fer uppum 140 milliónir.[4] Swahili er tjóðarmál ella almennt mál í fýra londum: Tansania, Kenja, Uganda og Fólkaræðiliga Lýðveldið Kongo. Swahiliskt er eisini eitt av almennu málunum í Afrikasamveldið.
Nøkur swahilisk orð koma úr arabiskum gjøgnum teir arabiskt talandi muslimsku íbúgvarnir við Swahilistrondina. Í swahiliskum finnast eisini fremmandaorð úr hesum málum: týskum, portugisiskum, enskum, hindi og fronskum, hesi eru komin gjøgnum samband við imperialistar, handilsfólk, trælahandlarar, trúboðarar og onnur tær seinastu fimm øldirnar.