Suðurkalifornia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Suðurkalifornia (Southern California á enskum) er eitt landafrøðilig øki í Kalifornia í USA. Suðurkalifornia fevnir um San Bernardino County, Los Angeles County, Ventura County, San Diego County, Riverside County, Orange County og Imperial County. Los Angeles er næststørsti býur í USA og liggur í Suðurkalifornia. Aðrir stórir býir eru San Diego, Long Beach, Bakersfield og Anaheim. Veðurlagið er turt og heitt, og landslagið berligt, helst fyri eystan, men fram við Kyrrahavi er lendið fruktabetri. Fleiri milliónir ferðafólk koma til Suðurkalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið. Veðurlagið har er nakað sum í londunum í Suðurevropa.
Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og búskapi. Næstan helvtin (44,9 % í 2010) av fókinum í Suðurkalifornia er ættað úr Meksiko [1]. Tá ið Meksiko tók loysing frá Spania í 1821, var Kalifornia partur av Meksiko. Í 1846 bað Kalifornia um at verða limað inn í USA. Tað varð atvold til kríggj ímillum Meksiko og USA í 1846-1848. Kalifornia bleiv alment lutstatur í USA 9. september í 1850.