Skotskt gæliskt (mál)
From Wikipedia, the free encyclopedia
Skotskt gæliskt (Gàidhlig, Scottish Gaelic, Gaelic) er eitt Goideliskt (gæliskt) mál. Tað var uppruna tungumálið hjá Hálandsskotum, men er nú avloyst av enskum flestastaðni. Tað verður framvegis tosað í Ytru og Innaru Suðuroyggjum. Tó eru flestu, ið tosa skotskt gæliskt, búsett í Glasgow. Sambært skotskum manntali í 2001 søgdu 1,9 prosent, ið eru 92.400 av skotunum, seg antin duga ella skilja gæliskt. Av hesum dugdu 58.552 at tosa gæliskt.
Skjót fakta Skotskt gæliskt (Gàidhlig), Málkotur ...
Skotskt gæliskt (Gàidhlig) | ||
---|---|---|
Tosað í: | Skotlandi Kanada (Cape Breton í Nova Scotia og Glengarry) USA. | |
Tosandi íalt: | 100.000 (2001) Skotlandi 92.400 herav 58.552 ræðið (flótandi) Kanada 2.000 USA 1.600 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt keltiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | gd | |
ISO 639-2: | gla | |
ISO 639-3: | gla
. |
Lat aftur
Við viðtøkuni "the Gaelic Language (Scotland) Act 2005" hevur gæliskt fingið ávísan almennan status í Skotlandi. Gæliska málið er formliga viðurkent sum tungumál, ið skotskir ráðharrar kunnu tosa á fundum við embætisfólk í ES.