Skapanarlæra er trúgvin uppá, at Guð skapaði heimin uppá 6 vanlig samdøgur fyri 6.000 - 10.000 árum síðan. Írski biskupurin James Ussher (4. januar 1581 – 21. mars 1656) helt seg kunna dagfesta skapanina til 23. oktober 4004 f.Kr.[1][2]
Fólk, ið trýr upp á skapanarlæru, heldur, at alt í Bíbliuni við denti løgdum á mósebøkurnar er sannleiki og veruligar hendingar. Skapanarlæra, sum vit kenna hana í dag (ungjarðarskapanarlæra), er sprottin frá adventistunum í USA í 1800-talinum, og síðan hevur læran breitt seg út og komið til aðrar evangeliskar kirkjur eftir 1960. Kristin skapanarlæra kom veruliga á politisku dagsskránna í USA í sjeytiárunum, tá konservativur kristindómur fekk vind í politisku seglini.
Í dag siga umleið 40 % av amerikanarum seg trúgva, at jørðin er 6 000 ára gomul og skapað eftir seks døgum. 2% av amerikonskum náttúruvísindafólki trúgva tað sama, har ið støddfrøðingar og teldufrøðingar eru taldir uppí.[3]
Í nýggjari hami hevur skapanarlæran fingið heitið "intelligent design", ið merkir skynsom sniðgeving. Royndir hava verið í Amerika at fáa fingið "intelligent design" ístaðin fyri menningarlæru í almennum skúlum, men tað er ikki komið ígjøgnum, tí tað hevur verið mett at verið kristið og harvið ímóti amerikonsku grundlógini, viðvíkjandi skilnað millum kirkju og land.
Wikiwand in your browser!
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.