![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/32/Sula_Sgeir_from_the_South_West.jpg/640px-Sula_Sgeir_from_the_South_West.jpg&w=640&q=50)
Súluskerið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Sula Sgeir (á føroyskum Súluskerið [1]) er ein lítil oyggj sum hoyrir til Skotland. Norðanfyri Suðuroyggjarnar liggur Súluskerið, sum ber keltiska navnið Sula Sgeir. Ofta verður sagt, at Súluskerið er okkara nærmasti granni. Skulu vit verða heilt neyv so er tað lítla oyggin Rona. Hon vinnur á Súluskerinum við 1 km. Hóast føroyskir sjómenn hava valt at kalla Sulu Sgeir fyri Súluskerið, so er í stødd meira talan um ein hólm, 15 ha. Súluskerið verður nevnt Sula Sgeir á geliskum, og prógvar tað, at føroyska málið og keltisku málini hava nøkur orð til felags. [2] Enska orðið fyri súlu er gannet.
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/3/32/Sula_Sgeir_from_the_South_West.jpg/320px-Sula_Sgeir_from_the_South_West.jpg)
Súluskerið ber 30.000 súlur og 15.000 havhestar. Bretsku friðingarmyndugleikarnir hava givið monnunum í lítla býnum, Port of Ness, loyvi at taka 2000 omplar eina ferð um árið. Ness liggur norðast í norðastu suðuroynni Lewis. Har er manntómt nærum alt árið, burtursæð frá nøkrum vikum um summarið. Tá fara 10 mans av oynni Lewis til Súluskerið at taka 2000 omplar.