From Wikipedia, the free encyclopedia
Región Suðurdanmark (á donskum máli: Region Syddanmark) fevnir um kommunurnar, ið vóru í fyrrverandi amtunum: Fyns, Ribe og Sønderjyllands amtum, umframt tær nú fyrrverandi kommunurnar: Børkop, Egtved, Fredericia, Give, Jelling, Kolding, Lunderskov, Vamdrup og Vejle, ið hoyrdu til Vejle Amt. Miðfyrisitingin hjá Regiónini liggur í Vejle.
Í regiónini eru 22 kommunur, harav 3 tær fólkaríkastu eru Odense, Esbjerg og Vejle við ávikavist uml. 187 000, 114 000 og 105 000 íbúgvum. Fanø kommuna hevur lægsta fólkatal í regiónini við umleið 3 000 íbúgvum. 3 av teimum 22 kommununum í regiónini vórðu ikki lagdar saman við øðrum kommunum á tí seinasta kommunalreforminum: Odense, Fredericia og Fanø.
Við einum fólkatali á umleið 1,2 mio. er Región Suðurdanmark triðstørsta región í Danmark eftir Høvuðsstaðin (1,7 mio.) og Miðjútland (1,27 mio.) Eftir vídd er regiónen tann næststørsta við 12 191 km², bara Región Miðjútland er størri við 13 142 km².
Statsligar uppgávur í Región Suðurdanmark vera viðgjørdar í Statsforvaltning Suðurdanmark.
|
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.