Páskir
From Wikipedia, the free encyclopedia
Páskirnar eru størsta kristna hátíðin. Vit minnast Jesu deyða og uppreisn og siður hansara á deyða og á tí illa. Fyri tey kristnu er hetta gleðiboðskapurin um, at menniskjan nú hevur at gongd til Guds ríki í trúnni á Jesus. Paulus ápostul sigur, at um Jesus ikki var deyður, so var kristni boðskapurin syndarligur, og tá var trúgvin til fánýtis. Tað er ikki vist, at tey fyrstu kristnu hava hildið páskir. Seint í 3. øld varð semja gjørd um, at Jesus doyði langafríggjadag og reis upp sunnudag. Eftir kirkjufund í Nikea ár 325 varð tíðar bilið fyri páskirnar lagt. Halgidagarnir um páskirnar eru: Pálmasunnudagur, skírhósdagur, langifríggjadagur, páskadagur (páskasunnudagur) og 2. páskadagur. Skírhósdagur, langafríggjadagur og páskaaftan vórðu róptir: Triduum sanctum – tríggjadagahalgan, síðsta stigið í fyrireikingunum til at halda páskir. Hátíðarhaldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðrinum.
Bíbliunnar frásøgn um Jesu líðing, deyða og uppreisn hevur hugkveikt mong tónaskøld og sálmayrkjarar gjøgnum tíðirnar, klassisk og nútímans. Ofta verða ymisk tónaverk og sangverk framførd um páskirnar. Nevnast kann passiónstónleikurin í protestantisku kirkjuni, ið snýr seg um Jesu líðing. Kendasta klassiska tónaskaldið er Johann Sebastian Bach, ið hevur skrivað Matteus- og Jóhannespassiónina. Tað verður hildið, at hann eisini hevur gjørt Lukaspassiónina og Markuspassiónina. Her fnna vit solistar, ið umboða Jesus, Judas, Pilatus og onnur kend nøvn. Einstøku partarnir eru knýttir saman við sálmum, ið undirstrika søgugongdina og samstundis knýta samband við protestantisku gudstænastuna.