Pólland
From Wikipedia, the free encyclopedia
Pólland er lýðveldi í Miðevropa. Pólland hevur mark við Eystrasalt, Russland (Kaliningrad) og Litava í norðri, Týskland í vestri, Kekkia og Slovakia í suðri og Hvítarussland og Ukraina í eystri. Pólsku mørkini eru, kanska meiri enn onnur evropeisk, broytt óteljandi ferðir í søguni. Dagsins Pólland varð stovnað eftir 2. veraldarbardaga. Pólland er ein blandingur av spjøddum landbúnaðarbygdum og vøkrum miðaldarbýum. Næstan alt landið er fláur slætti, og tilsamans er tað størri í vídd enn hini trý londini í Miðevropa.
| |||
Tjóðarslagorð: Bóg, honor, ojczyzna | |||
Tjóðsangur: Mazurek Dąbrowskiego | |||
Alment mál | Pólskt | ||
Høvuðsstaður | Warszawa | ||
Løgmaður | Andrzej Duda | ||
Forsætisráðharri | Donald Tusk | ||
Fullveldi | 1918→ | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
312 696[1][2] km² 0,26 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2022 - tættleiki |
38 036 118 122/km² | ||
Gjaldoyra | Pólskur złoty | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pl | ||
Telefonkota | +48 | ||
¹ikki notað |