Paulus ápostul
From Wikipedia, the free encyclopedia
Paulus ápostul (f. 10-5 f.Kr. í Tarsus, d. 67 e. Kr. í Róm), eisini kent sum Paulus úr Tarsus (á grikskum Σαῦλος Ταρσεύς), verður tann ápostulin, sum fyrst og fremst fær tann kristna boðskapin út í nógv lond og til nógv fólkasløg. [1] Paulus ápostul æt upprunaliga Sául ella Saulus (hebraiskt: שָׁאוּל). Eftir at hann tók við kristnari trúgv, broytti hann navnið til Paulus. Páll æt hann fyrr, sum orðið pálsmessa sýnir. Kall Paulusar var at kunngera evangeliið millum heidningarnar. Paulus er m.a. kendur fyri tær mongu kristnu samkomurnar, han læt stovna í londunum við Miðjarðarhavi. Tað var eisini í hesum sambandi, hann skrivaði síni mong brøv; Nýggja Testamenti hevur 27 ymiskar bøkur og brøv. Av hesum standa 13 brøv í Paulusar navni. Kjak er um, Paulus hevur skrivað øll hesi brøvini, tí tá í tíðini var vanligt at skriva tekstir í navninum á persóninum, sum var íblásturin til tekstin. Brøv Paulusar geva okkum eina góða mynd av teimum fyrstu árunum hjá kristnu kirkjuni. Hesi brøv verða hildin at vera tann elsti parturin av Nýggja Testamenti.
Saulus, sum seinni fekk navnið Paulus, var uttan iva ein av teimum sum, eftir at Jesus var farin til himmals, hevði størstu ávirkanina á kristnu boðanina og tulkingina av kristni trúnni. Lív hansara og tað, sum hann skrivaði, er vorðið nógv granskað. Fólk hava kjakast um tað, og tað hevur eisini verið brúkt til andaligan íblástur. Tað, vit vita um Paulus, er frá brøvum hansara og Ápostlasøguni. Tann seinna helvtin av Ápostlasøguni snýr seg mest um Paulus. Hann var føddur í Tarsus, einum lítlum býi við Miðjarðarhavið á suðurstrond Lítla Ásia. [2] Í dag er Tarsus ein bygd í Turkalandi. Paulus livdi um somu tíð sum Jesus. Foreldur hansara vóru jødar. Vit vita, at Paulus var væl lærdur maður, og helst hevur hann lært at lesa jødisku bíbliuna, Tora, í sýnagoguni.
Paulus sigst hava verið lítil á vøkstri, skallutur og hjólbeintur, og hann hevði langa smala nøs. Eygnabrýrnar vóru nærum samanvaksnar. [3][4] Eingin veit við vissu, hvussu Paulus doyði, men sannlíkt er, at hann varð hálshøgdur í Róm í 67 e.Kr., dømdur til deyða fyri trúgv sína. [5]