Paris-Roubaix
From Wikipedia, the free encyclopedia
Paris-Roubaix er ein professionell eindags súkklukapping, ið byrjar norðanfyri Paris og endar við markið til Belgia. Tað er ein av elstu súkklukappingunum. Kappingin er ein av teimum klassisku í Evropa og ein av teimum ið verða nenvdar Monument. Kappingin gevur stig í UCI World Ranking. Kappingin er eitt nú kend fyri sítt torføra lendi og mongu gøturnar ið er lagdar við brúgvasteinum.
Skjót fakta Dato, Øki ...
Dato | Fyrst í apríl |
---|---|
Øki | Norður-Frakland |
Enskt navn | Paris–Roubaix |
Lokalt navn(nøvn) | Paris–Roubaix (Franskt) |
Kelinavn(nøvn) |
|
Disiplin | Vegsúkklukapping |
Kapping | UCI World Tour |
Slag | Eindags |
Fyriskipari | Amaury Sport Organisation |
Kappingarstjóri | Jean-François Pescheux |
Fyrsta kapping | 1896 (1896) |
Útgávur | 114 (pr. 2016) |
Fyrsti vinnarin |
![]() |
Flestir sigrar |
![]() ![]() (4 sigrar) |
Seinasti |
![]() |
Lat aftur
Frá byrjanini í 1896 til 1967 byrjaði kappingin í Paris og endaði í Roubaix. Í 1966 var starturin fluttur til Chantilly; og síðan 1977 verður byrjað í Compiègne, umleið 85 km í ein landnyrðing frá miðbýnum í Paris. Málið er tó enn í Roubaix.