![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/4/4c/00058_christ_pantocrator_mosaic_hagia_sophia_656x800.jpg/640px-00058_christ_pantocrator_mosaic_hagia_sophia_656x800.jpg&w=640&q=50)
Ortodoksa kirkjan
From Wikipedia, the free encyclopedia
Ortodoksa kirkjan er næststørsta kristna kirkjan. Gudstænasturnar hjá teimum eru ikki eins, men hóast tær eru ymiskar, trúgva allar tí, sum Jesus lærdi. Nógv kristin í Eysturevropa, Eysturafrika og Ásia eru ortodoks. Í ortudoksu kirkjunum eru nógvar halgimyndir, sum nevndar verða íkonar.
Ortodoksa Kirkjan | |
![]() | |
Økumeniskt Patriarkat: | Konstantinopel (Istanbul) |
Onnur (søgulig) Patriarkat: | Alexandria, Antiokia, Jerusalem og Rom |
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/8/8c/Orthodoxy_by_Country.svg/640px-Orthodoxy_by_Country.svg.png)
Í fyrstuni var kristindómurin katólskur, t.e. hann var um allan heim, men í 1054 klovnaði kirkjan. Pávin í Róm og erkibispurin (patriarkurin) í Konstantinopel gjørdust ósamdir um leiðsluna. Úrslitið varð, at kirkjan í Róm og kirkjan eystanfyri fóru sundur. Rómversku katolikkarnir og ortodoksa kirkjan í bæði Grikkalandi og Russlandi hava tó nógv átrúnaðarligt í felag. Tey ortodoksu góðtaka ikki myndugleika pávans.
Orientalska ortodoksa kirkjan er ein grein, ið loysti frá høvuðskirkjuni vegna ósemju á kirkjufundinum í Khalkedonum í árinum 451, hon gjørdist høvuðskirkjan í Egyptalandi, Sýria, Armenia, Eritrea og Etiopia.