Olympiakos FC
From Wikipedia, the free encyclopedia
Olympiakos F.C. (grikskt: ΠΑΕ Ολυμπιακός) er eitt grikskt fótbóltsfelag, sum hevur heimavøll í Pireus, Karaiskakis Stadium. Felagið varð stovnað hin 10. mars 1925 og er higartil (maí 2022) tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Grikkalandi við 47 grikskum meistaraheitum (Σούπερ Λίγκα Ελλάδα / Superliga Grikkalands), harumframt hava teir vunnið 28 grikskar steypakappingar (Κύπελλο Ελλάδος Ποδοσφαίρου) og 4 griksk supercup. Felagið er eitt av fýra, ið aldrig er flutt niður í næstbestu deildina. Í evropeiskum kappingum er felagið tvær ferðir komið í kvartfinaluna, tað var í 1998–99 UEFA Champions League og 1992–93 European Cup Winners' Cup.
Meira kunning Navn, Kelinavn ...
Olympiakos | |||
Navn | ΠΑΕ Ολυμπιακός Σύνδεσμος Φιλάθλων Πειραιώς (Olympiacos Club of Fans of Piraeus) | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | Τhrylos (Legendan) Erythrolefki (Teir reyðu-hvítu) | ||
Stovnað | 10. mars 1925 | ||
Leikvøllir | Karaiskakis Stadion | ||
Rúmd | 33.334 | ||
Formaður | Evangelos Marinakis | ||
Høvuðsvenjari | José Luis Mendilibar | ||
Liga | Superliga Grikkalands | ||
2022/23 | 3. | ||
Heimasíða | Heimasíða/ | ||
|
Lat aftur