![cover image](https://wikiwandv2-19431.kxcdn.com/_next/image?url=https://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/6f/Faroe_stamp_175_the_church_of_torshavn_-_bell.jpg/640px-Faroe_stamp_175_the_church_of_torshavn_-_bell.jpg&w=640&q=50)
Norska Løva
From Wikipedia, the free encyclopedia
Norska Løva (føroyskt navn; annars Nordische Löwe, Nordishe Löwe ella Norske Løve) var ein danskur yystindiafarari. Skipið sakk í Lambavík nýggjársaftan 1707. Umleið 100 menn komu livandi frá vanlukkuni. Á hesum túri fór Norska Løva úr Keypmannahavn hin 4. desember 1707. Ódnarveður brast á, og 18. desember slóð toran niður í skipið. Dagin eftir avgjørdi Roluf Meincke, at teir noyddust at kappa høvuðsmastrina niður.
![Thumb image](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/6/6f/Faroe_stamp_175_the_church_of_torshavn_-_bell.jpg/320px-Faroe_stamp_175_the_church_of_torshavn_-_bell.jpg)
Skipið er nevnt bæði í sangi, kvæði[1] og søgn[2]. Jógvan Isaksen brúkti navnið Norska Løva sum heitið í eini krimiskaldsøgu, sum kom út í 2010.
Norska Løva førdi trælir í 1682.[3] Eitt model av Norsku Løvu hongur í Dómkirkjuni í Havn, tað er eitt av trimum skipsmodellum, sum hanga har. Eitt annað modell hongur í Eiðis kirkju.