From Wikipedia, the free encyclopedia
Lýðveldið Norðurkýpros varð stovnað eftir turkiska innrás á oynna Kýpros í 1974 – eftir eitt kvett, sum griksku kýpriotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Kýpros bleiv í 1974 býtt í tvey, sum umfatar tveir triðingar av oynni, sum er grikski parturin, og norðari parturin, har turkar halda til. Í altjóða høpi hevur heimssamfelagið góðkent statin Kýpros, men í 1974 fóru 40.000 turkiskir hermenn á land á Kýpros, og hetta førdi til, at oyggin bleiv býtt í tvey. Turkaland vildi ikki góðkenna kypriotiska statin, har Grikkaland hevði politiska meirlutan. 80 % av íbúgvunum eru grikkar og 20 % eru turkar í Kýpros. Innrásin av turkisku hermonnunum í 1974 førdi til, at grikkar, sum búðu í norðara parti av oynni, flýddu suðureftir, og tey, sum ikki flýddu, vórðu blakað úr norðara partinum. Og turkar, sum búðu í sunnara parti av oynni, fluttu til norðara partin. Síðani 1977 hevur ST roynt at sameina oynna, men uttan úrslit. Skipað varð fyri fólkaatkvøðu at sameina oynna, men 75,8 % av grikkum atkvøddu nei, tí bara helvtina av grikkum fingu síni heim aftur í norðara partinum. 64,9 % av turkunum atkvøddu ja fyri samanlegging. 1. mai 2004 bleiv Kýpros limur í ES, men ES-lógirnar galda bara fyri grikska partin. Og politiska støðan á Kýpros er orsøkin til, at Turkaland hevur trupulleikar at gerast limur í ES-felagsskapinum.
Turkiska lýðveldið Norðurkýpros Kuzey Kıbrıs Türk Cumhuriyeti (Turkiskt)
|
||||||
---|---|---|---|---|---|---|
|
||||||
Tjóðsangur: İstiklal Marşı Independence March |
||||||
Høvuðsstaður og størsti býur | Norður Nicosia 35°11′N 33°22′E | |||||
Almenn mál | Turkiskt | |||||
Íbúgvanavn | Turkish Cypriot | |||||
Stjórn | Unitary semi-presidential republic | |||||
- | Forseti | Ersin Tatar | ||||
- | Forsætisráðharri | Ersan Saner | ||||
Lóggávuting | Assembly of the Republic | |||||
Sjálvræði frá Republic of Cyprus | ||||||
- | Proclaimed | 15. november 1983 | ||||
- | Viðurkent | bert av Turkalandi | ||||
Øki | ||||||
- | Tilsamans | 3,355 km2 (174 um tað telur við) 1,295 sq mi |
||||
- | Vatn (%) | 2.7 | ||||
Fólkatal | ||||||
- | 2013 meting | 301,988[1] | ||||
- | 2011 fólkateljing | 286,257 | ||||
- | Tættleiki | 86/km2 (116th) 223/sq mi |
||||
GDP (nominelt) | 2014 meting | |||||
- | Tilsamans | $4.273 billion[2] | ||||
- | Fyri hvønn | $15,302[2] (for 2013) | ||||
Gjaldoyra | Turkish lira Fyrimynd:Turkish lira (TRY) | |||||
Tíðarsona | EET (UTC+2) | |||||
- | Summar (DST) | EEST (UTC+3) | ||||
Koyring í | vinstru síðu | |||||
Telefonkota | +90 392 | |||||
Internet TLD | .nc.tr or .ct.tr; wide use of .cc |
Seamless Wikipedia browsing. On steroids.
Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.
Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.