Nelson Mandela
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nelson Rolihlahla Mandela (føddur 18. juli 1918 í Mvezo, Suðurafrika, deyður 5. desember 2013 í Pretoria) gjørdist forseti í Suðurafrika, og førdi landið burturúr apartheid-tíðini. Mandela sat sum politiskur fangi í 27 ár, og mong settu alla vón sína á hann. Dirvi, gløggu fyriskipanarevni og ósjálvsøkni trúskapur hansara vann honum virðing og hevur verið íblástur hjá óteljandi fólki um allan heim. Hann varð latin leysur í 1990, tá hevði hann sitið 27 ár í fongsli. Mandela fekk friðarheiðursløn Nobels í 1993. Tað eru skrivaðir 800 sangir um hann. Fleiri hundrað vegir, parkir og torg bera navn eftir honum. Tað eru settar upp standmyndir av honum um allan heim, tann síðsta á Trafalgar Square í London í 2009.
Hansara Hátign Nelson Mandela OMP R. of E. OM AC CC OJ GCStJ QC GCIH | |
---|---|
Mandela í Johannesburg, hin 13. mai 2008 | |
1. Forseti í Suðurafrika | |
Í embæti 10. mai 1994 – 14. juni 1999 | |
Varamaður | Thabo Mbeki F. W. de Klerk |
Undanmaður | F. W. de Klerk sum Ríkisforseti |
Eftirmaður | Thabo Mbeki |
Persónlig kunning | |
Fødd(ur) | Rolihlahla Mandela (1918-07-18)18. juli 1918 Mvezo, Cape Province, Union of South Africa |
Andaðist | 5. desember 2013(2013-12-05) (aldur 95) Johannesburg, Gauteng, Suðurafrika |
Hvíldarstaður | Mandela Graveyard Qunu, Eastern Cape 31°48′21.8″S 28°36′52.7″E |
Tjóðskapur | Suðurafrikanari |
Politiskur flokkur | ANC |
Onnur politisk tilknýti |
Suðurafrikanski Kommununistaflokkurin |
Hjúnafelagi(ar) |
|
Børn |
|
Alma mater |
|
Starv |
|
Átrúnaður | Metodist |
Kendur fyri | Anti-Apartheid Rørslan |
Heiður |
|
Kend verk | Long Walk to Freedom |
Undirskrift | |
Heimasíða | www.nelsonmandela.org |
Eyknevni | Madiba Tata Dalibunga |
Millumnavn hansara 'Rolihlahla' merkir ófriðarkroppur. Hann er ein av teimum kendastu søguligu persónunum í nýggjari tíð. Hann bleiv útbúgvin á University College of Fort Hare og University of Witwatersrand, har hann gjørdi útbúgvingina sum løgfrøðingur lidna í 1942. Í 1944 luttók hann í ANC (African National Congress) og gjørdist leiðari har í 1949. Hann var apartheidsmótstøðumaður og stríddist nógv fyri, at fáa javnstøðu ímillum rasurnar. Men í 1964 bleiv hann dømdur lívstíðarfongsul, og kom at sita á Robben Island, sum liggur uttanfyri Cape Town. Har sat hann til 1982 og bleiv so fluttur til Pollsmoor Prison, har hann sat í 8 ár. Í 1990 valdi tann suðurafrikanski forsetin, F.W. de Klerk, at leyslata Mandela, og í 1993 fekk hann Friðarheiðursløn Nobels. Árið eftir (1994) varð hann valdur til forseta í Suðurafrika.