Nýgrikskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Nýgrikst mál er tað málið sum verður tosað í Grikkalandi og á Kýpros í dag. Tað er eitt av almennu málunum í EU. Nýgrikskt hevur verið tosað síðan umleið 1453. Frá umleið ár 330 til 1453 tosaðu tey miðaldar grikskt, frá 300 á.Kr. til 330 e.Kr. tosaðu tey eitt grikst mál sum varð nevnt Koine. Nýggja testamentið er skrivað á hesum máli. Frá 800 á.Kr. til 300 á.Kr tosaðu tey Forngrikskt, nógvar kendar bøkur og kvæði eru enn til frá hesi tíðini, t.d. Ileonskvæði og Odyssein. Frá umleið 1600 á.Kr. til umleið 800 á.Kr. tosaðu tey Mykenskt. Frá umleið ár 3000 á.Kr. til umleið 1600 á.Kr. tosaðu tey eitt mál sum verður nevnt Proto-Grikskt. Øll hesini málini koma úr indo-evropeiskum, tey eru broytt gjøgnum tíðirnar og í dag tosað tey so nýgrikst í Grikkalandi. Nýgrikskt líkist rættiliga nógv forngrikskum, grammatikkin er tó blivin nakað einklari, við tað at sagnorðini á forngrikskum blivu bend í fleiri føllum.
Nýgrikskt (Νέα) Ελληνικά | ||
---|---|---|
Tosað í: | Grikkaland og Kýpros. | |
Tosandi íalt: | uml. 15.000.000 | |
Málætt: | Indo-evropeiskt Nýgrikskt. | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | el | |
ISO 639-2: | gre (B) / ell (T) | |
ISO 639-3: | ell
. |