Michael Jackson
From Wikipedia, the free encyclopedia
Michael Joseph Jackson (føddur 29. august, 1958) er ein amerikanskur tónleikari. Hann var føddur í Gary, Indiana í USA 29. august í 1958. Jackson gav út heimsins mest seldu tónleikaútgávu í 1982: "Thriller" er seld í 109 milliónum eintøkum, og er hetta met. Íalt sigst Michael Jackson hava selt 750 milliónir eintøk. Hann varð serliga kendur fyri útgávurnar "Off the Wall", "Thriller", "Bad" og "Dangerous. Hansara tónleikur, dansur og móti gjørdu hann til eitt stórt ikon kring verðina.
Michael Jackson | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 29. aug 1958 í/á Gary |
Andaðist | 25. jun 2009 í/á Los Angeles |
Deyðsorsøk | myocardial infarction |
Alma mater | Montclair College Preparatory School |
Starv | dansari, singer-songwriter, vinnulívsfólk, philanthropist, filmsleikstjóri, filmsrithøvundur, sjálvævisøguhøvundur, record producer, filmsleikari, sjónleikari, íverksetari, tónleikari, recording artist, sangari, raddaleikari, art collector, sangskrivari, modell, yrkjari |
Børn | Prince Jackson, Paris Jackson, Blanket Jackson |
Foreldur | móðir Katherine Jackson faðir Joe Jackson |
Mál | amerikanskt enskt mál, Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://www.michaeljackson.com |
Dátuheiti | |
ISNI | 000000011023081X |
VIAF | 27092134 |
LCAuth | n83133203 |
IMDB | nm0001391 |
Commons | Michael Jackson |
Jackson framførdi fyri fyrstu ferð í 1969, tá hann var 11 ára gamal sum limur í The Jackson 5. Í 1971 byrjaði hann sína einleikaleið, hóast hann framvegis var við í The Jackson 5. So hvørt, sum tíðin gekk, gjørdist Jackson kendur sum kongurin yvir popp, og fløgan Thriller var, og er framvegis, tann fløgan, sum hevur selt mest nakrantíð. Jackson er somuleðis tann tónleikarin, sum fólk siga vera tann, sum gjørdi tónleikafilmar til tað, teir eru í dag. Sum tann fyrsti, svarti listamaðurin, sum gjørdist kendur gjøgnum MTV, var Michael Jackson á henda hátt eisini við til at bróta niður rasusismuna.